Ferðsluóhapp á Sundi

Nú verður ruddað og koyrandi verður aftur hvørja løtu, upplýsir løgeglan.

H.Á.Simonsen

Fyri løtu síðani var eitt ferðsluóhapp á Sundi.

 

Tveir bilar rendu saman, men løgreglan sigur, at talan er ikki um álvarsamt ferðsluóhapp.

 

- Sløkkilið og sjúkrabilar eru á staðnum, umframt løgregluna, men tað er vanligt og av trygdarávum. Fólk eru koyrd á skaðastovuna til kanningar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

 

Hann leggur afturat, at nú hendi nógv um somu tíð, og sipar til, at í Eysturoyartunlinum hendi eisini okkurt smávegis fyrr í kvøld.

 

Vegurin á Sundi er stongdur, men nú verður ruddað, og opið verður aftur hvørja løtu, sigur løgreglan.

 

H.Á.Simonsen