Ferðsluproppur í Hósvík

Bilrøðin var hálvanannan kilometur

 


Hevur onkur á bygd verið ov seinur til arbeiðis, í skúla, ella á fund í Havn í morgun, er tað ikki vist, at tað er tí, at tey eru komin ov seint undan fjaðrunum.

Tey,  sum komu koyrandi so langt norðaneftir, at tey skuldu ígjøgnun Hósvík, rendu seg í eina ferðsluforðing hjá Landsverki, og har blivu tey standandi.

 

Landsverk arbeiðið upp á veg í Hósvík og fyri at tryggja ferðsluna, høvdu tey sett ljósregulering upp, so at bilarnir skiftust um at koyra norðureftir og suðureftir.

 

Men tey høvdu ikki hugsað um, at tíðliga á morgni er at kalla øll ferðsla suðureftir, og tað var beinanvegin, at proppur kom í.

Tað var skjótt, at bíðirøðin av bilum, sum skuldu suðureftir, var hálvanannan kilometur og rakk líka  til Áir.

 

Bilførarar, vit hava tosað við, siga, at tað gekk ein hálvur tími, áðrenn vegmenninir komu at hugsa um, at hetta varð ikki so snilt, og tóku ljósreguleringina niðuraftur, so at glið kom aftur á ferðsluna.