Festarar vilja av við avoldaða skipan

- Vit heita á løgtingið um at skipa so fyri, at vit sum festarar, traðarleigarar og eigarar av traðum við servituttum koma undir somu rættarreglur sum óðalsmenn, sigur Zakarias Wang, sum í dag hevur sent løgtinginum eitt skriv í hesum máli.

Fyri Zakarias og allar hinar er málið sera einfalt:

Yvir helvtin av føroysku jørðini er óðalsjørð. Hetta er privat ogn, har eigarin sjálvur ræður yvir, hvat ið skal gerast. Løgtingið hevur einki stríð av hesi jørð, uttan mun til um hon er hagi, bøur ella grundstykki.

Men so vísa teir á, at munandi øðrvísi er við tí jørð, ið løgtingið eigur. Har noyðist tingið at nýta munandi upphæddir til fyrisiting, og henda jørð kann ikki verða nýtt at seta í veð fyri at geva nýggjum fyritøkum fígging.

- Hetta er tí ein avoldað skipan, og bæði fyri festarar, traðarmenn og tingið sjálvt er best at sleppa burtur úr henni. Hetta kann gerast við at løgtingið tekur undir við okkara áheitan.

Henda áheitanin er í stuttum, at festararnir fáa festini til óðalsjørð; at traðarleigararnir fáa traðirnar til óðalsjørð, og at teir, sum hava fingið traðir til keyps við servituttum, sleppa undan hesum bindingum.

- Tá hetta er fingið upp á pláss hava vit bert eina skipan fyri alla jørð í Føroyum, og eigararnir kunnu í frælsi virka fyri at fáa sum mest gagn burtur úr henni, eins væl fyri seg sjálvan sum fyri alt samfelagið, stendur at enda í skrivinum.