Jóansøkufestivalurin er hugtak, ið einans hevur verið til hesar síðtu 2 til 3 mánaðirnar. Tá tað spurdist, at so mong onnur tiltøk stungu seg upp kring landið um somu tíð, sum jóansøkuhald er í Suðuroynni, tóku nakrir suðuroyingar stig til at gera okkurt munagott fyri at betra jóansøkuna og seta hana í fokus. Alt hetta í tí ásannan, at føroyingar koma ikki bara framvið Suðuroynni soleiðis uttan hóvasták, og tí skal okkurt til og tá so kapping er um hesar miðsummardagarnar, má okkurt gerast.
Fløga
Soleiðis ljóðar søgan um ein av nýggju festivalunum. Tað hevur tó eydnast at seta saman eina fjølbroytta skrá, har AS Sweet (UK) og Nylon (Ís) vitja uttan úr heimi.
Úr Føroyrum vitja tveir bólkar, ið klára seg væl í kappingum á MTV, nevniliga Makrel og The Dreams. Fløguaktuellu Deja Vu eru við og eisini ungu stjønuskotini Paradox.
Guðrun S. Jacobsen og Brandur Enni fara á pall og Deiggj er við, hesaferð sum sonevnt Gasolin Jam.Eisini Eyðun Nolsøe fer á pallin.
Ein fløga við røddum av Tvøroyri kemur út í samband við, at Jóansøkan er 80 ár í ár. Hesir luttakarar fara eisini á pallin og eru tey Tróndur Enni, Eyðun Ásason, Jónhild A. Nielsen, Pól Arni Holm, Sólfríð Bech og Holbæks Bluesband.
Umstøður
Umstøðurnar eru góðar til festival. Dentur er lagdur á góðar umstøður til lurtarar í skúlagarðinum á Tvøroyri. Ein stórur høvuðspallur er og ein minni pallur. Dygdargóður og vælsmakkandi matur verður at fáa í tjaldbúðum á økinum og útsýnið yvir fjørðin er eisni gott av økinum.
Hóast royndir, so hevur ikki eydnast fyrireikarunum at fáa eittnú Smyril at sigla beinleiðis í samband við festivalin, men Smyril siglir klokkan 7 á morgni eftir festivalin, so um ein ikki er alt ov kvøldsvøntur, so ber til at fara í dans eftir festivalin og/ella leiga sær kamar umborð til fráferð sunnumorgunin. Ætlandi er festivalurin afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Festivalurin hevur heimasíðuna www.joansokufestivalurin.com