Tú verður heilt vist keisarans vinur, um tú bjóðar heimagjørdar føstulávintsbollar omaná sunnudagsdøgurðan í morgin ? ella afturvið drekka føstulávintsmánadag Jóhanna á Tjaldrafløtti hevur lovað Portalinum at prenta uppskriftina upp á festligu og leskiligu føstulávintsbollarnar, sum standa í bókini Søtt og Leskiligt, sum kom út fyri jól.
Føstulávintsbollar 16 stk.
Tilfar:
Vatnbakkilsi:
2 dl. av vatni
50 g av margarini
100 g av hveitimjøli
¼ tesk. av salti
uml. 3 egg
Kakukrem til fyllu:
kaku- ella budingspulvur til ½ ltr. av mjólk
2½ dl av róma
súltutoy
Glaring:
150 g av florsukri
1 súpisk. av kakao
3-4 súpisk. av kókandi heitum vatni ella kaffi
Arbeiðsháttur:
- Set vatnið og margarinið útá at kóka
- Rør hveitimjøli í og rør, til deiggið sleppir skeiðini
- Tak grýtuna av hitanum, og píska saltið og eggini í, eitt í senn, og píska væl, til deiggið er javnt tjúkt
- Koyr deiggið í ein sproytuposa og sproyta 16 snyrlar á bakarovnsplátu, sum er klødd við bakipappíri. Ella set deiggið á bakipappírið við skeið
- Hita ovnin til 200° og baka mitt í ovninum í uml. 25 min.
- Ger kakukrem ella buding sum víst á pakkanum og set at kólna
- Píska róman til skúm og rør uml. 3 súpisk. í kakukremið.
- Sker vatnbakkilsini í helvt og koyr súltutoy, krem og róma ímillum
- Rør tilfarið til glaringina saman og smyr ella sproyta á vatnbakkilsini