Íslendska felagið, FH, sum hevur Gunnar Nielsen, Brand Hendriksson og Jákup Thomsen í hópinum, skal hóskvøldið spæla móti Hapoel Haifa úr Ísrael. Fyrri dysturin, sum var í Ísrael, endaði við javnleiki 1-1 .
Les eisini: (Video) Hapoel Haifa - FH 1-1
Vinnur FH samanlagt, skulu teir spæla móti vinnaranum av uppgerðini millum Atalanta úr Italia og FK Sarajevo. Fyrri dysturin í Italia endaði við 2-2 javnleiki. Tí er FK Sarajevo frammanfyri undan dystinum í Bosnia Hersogovina.
B36 skal spæla Besiktas, meðan Víkingur skal spæla móti Torpedo Kutaisi úr Georgia.
Europa League – 2. undanumfar:
Hóskvøldið:
Bestikas (2) – (0) B36 (Klokkan 19)
Víkingur (0) – (3) Torpedo Kutaisi (Klokkan 19)
FH (1) – (1) Hapoel Haifa (Klokkan 20.15)