Í dag, mikudagin 10. apríl klokkan 19.30, verður konsert í Norðurlandahúsinum. Tá verður høvi at hoyra føroyska fiólleikaran Sámal Petersen og íslendska klaverleikararn Steinunn Birna Ragnarsdóttir. Hetta er fyrstu ferð, at tey bæði spæla saman.
Sámal Petersen hevur útbúgving á Tónlistaskúlanum í Odense. Seinni las hann eitt ár í Wien, og hann hevur eisini tikið lut í masterskeiðum hjá m.ø. Valerij Klimov og Christian Altenburg. Seinastu árini hevur hann starvast sum lærari á musikkskúlanum, og eisini hevur hann verið konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri, harumframt var hann við til at stovna tónleikabólkarnir Aldubáruna og Musica Viva.
Steinunn Birna Ragnarsdóttir tók einleikaraprógv í Tónlistaskúlanum í Reykjavík í 1981, tók seinni masterútbúgving á New England Conservatory í Boston. Han starvaðist í Spania í eina tíð sum sololeikar og hevur annars spælt ymsastaðni í Evropa, og hon hevur fingið virðislønir fyri sítt spæl. Steinunn starvast á Tónlistaskúlanum í Reykjavík.
Fyrra konsertin verður í Norðurlandahúsinum mikudagin klokkan 19.30. Seinna konsertin verður í býráðshøllini í Runavík hósdagin 11. apríl klokkan 19.30
Á skránni eru verk eftir Beethoven, Wieniawski og Franck. Atgongumerki fáast við dyrnar.