Fiat Multipla verður nú "normaliseraður"

Fiat Multipla er ein bilur, sum flest øll hava eina meining um. Hann er einasti bilurin í sínum klassa sum hevur pláss til trý vaksin fólk bæði á fram- og baksetrinum. Í juni kemur bilurin at síggja meira "normalur" út

Tey vóru nógv sum ikki skiltu, at Fiat tordu at koma á marknaðin við einum bili, sum sá so nógv annarleiðis út enn aðrir vanligir bilar.

Hóast Multipla er ein sera rúmligur og praktiskur 6-persónabilur, har gott pláss er til trý vaksin fólk bæði framman og aftan og til viðførið, hevur hann havt útsjóndina ímóti sær, og tað hevur gingið út yvir søluna av bilinum.

Bilurin líkist eini delfin framman, lyktir eru í kúfangaranum, í forskermunum og undir forrútinum.

Instrumentini eru øll savnaði í miðjuni á instrumentborðinum, soleiðis at tann sum situr í miðjuni framman hevur instrumentini framman fyri sær.

Bilurin er stuttur og breiður og lutfalsliga høgur.

Nú hava Fiat tikið avgerð um at broyta bilin framman, so hann sær meira "normalur" út og so at siga verður øllum til vildar.