Fíggjarognin 81 mió hægri í fjør

Føroya Lívstrygging letur væl at árinum í fjør, tá hædd verður tikin fyri stóra rentufallinum

Árið 1997 royndist væl hjá Føroya Lívstrygging og rakstrarúrslitið lá á sama støði, sum í 1996.

Rakstrarúrslitið áðrenn bonusavsetingar var kr 29,3 mill, og vóru 10% av hesi upphædd, svarandi til kr 2,9 mill. fluttar í tiltaksgrunn, soleiðis at tann samlaða eginognin tann 31.12.97 var kr 68,0 mill. Hetta rakstrarúrslit førdi við sær, at stovnurin kundi tilskriva tryggingartakarunum 6,25% í rentu fyri árið 1997. Hetta má metast at vera eitt gott úrslit, tá ið hædd verður tikin fyri tí stóra rentufalli, sum hevur verið í farna árið, sigur Tummas Eliasen, stóri á Lívstrygging í tíðindaskrivi.

Tryggingargjøldini vuksu frá kr 56,2 mill til kr 61,7 mill, sum svarar til ein vøkstur upp á 9,6%.

Tær samlaðu fíggjarinntøkurnar í 1997 vóru kr 71,9 mill mótvegis kr 66,3 mill íi 1996, av hesum vóru kr 60,2 mill renta og vinningsbýti, ið eru førdar yvri raksturin . Harafturat vóru kr 11,7 mill í staðfestum kursvinningi á láns- og partabrøvum, ið eru førdar yvir kursjavningargrunnin undir eginognini. Tað er serstakliga henda positiva gongd á virðisbrævamarknaðinum, sum hevur skapað grundarlag fyri, at Føroya Lívstrygging hevur havt møguleika fyri at tilskriva konto tryggingartakarans við 6,25% í rentu.

Tær samlaðu fíggjarognirnar hjá Føroya Lívstrygging vóru við ársenda 1997 kr 889 mill, mótvegis kr 818 mill í 1996. Hetta er ein øking upp á kr 81 kill krónur.

Stovnsins fíggjarognir seinastu fimm árini eru hækkaðar úr kr 638 mill í 1993 til tær 899 mill kr í 1997. Havandi í huga búskaparkreppuna, er hendan gongdin eitt talandi dømi um, hvussu kapitalssavnandi eftirlønarvirksemi stovnsins er, heldur Tummas Eliasen. Tann størsti parturin av íløgunum eru í láns- og partabrøvum og er hetta ein partur av tí íløguætlan, sum stovnurin hevur. Við ársenda 1997 vóru slakar kr 600 mill standandi í láns- og partabrøvum og tað er gjørt fyri at skapa størst møguligan tryggleika fyri teimum virðum, sum liggja til grund fyri eftirløn tryggingartakarans í framtíðini.

Arbeiðið hjá Føroya Lívstrygging hevur í farna ári eins og undanfarin ár verið merkt av tí vaksandi áhuga fyri eftirlønarspurninginum. Her eru tað serstakliga fakfelagsfólk og virkisleiðslur, ið leggja stóra orku í at kanna, hvussu eftirlønarviðurskiftini hjá limunum kunnu skipast á besta hátt í framtíðini. Á Føroya Lívstrygging verður nógv orka løgd í at menna tær eftirlønarskipanir, ið stovnurin kann bjóða. Somuleiðis verður arbeitt nógv fyri at betra um kunningarstøði stovnsins við atliti til hesar skipanir.

Tað kenst hjá Føroya Lívstrygging ofta og títt sum ein saknur, at tað frá politiskari síðu ikki sær út, sum um vit koma nærri eini felagsuppfatan av, hvussu tann politiski parturin av eftirlønarspurninginum skal loysast í framtíðini.

Hetta kann tykjast løgið, tí uttan iva eru flestu politikarar av tí uppfatan, at tann skattafíggjaða fólkapensjónin ikki megnar at nøkta tann fíggjartørv, sum komandi ættarlið kemur at seta til eina eftirlønar skipan.

Vónandi verður breiðari politisk semja at síggjast í næstu framtíð, tí tað er avgjørt treytin fyri at fáa skipað viðurskifti á eftirlønarøkinum, at okkara politiska skipan setur nakrar høvuðskarmar fyri, hvussu virksemið skal skipast, sigur stjórin á Lívstryggingini, Tummas Eliasen í tíðindaskrivi.