Ein partur av avbjóðingini er, at succes-kriteri’ini fyri okkara búskap og landskassa eru ógreitt lýst. Tá politikarar so kjakast um støðuna (sum t.d. herfyri í orðaskiftinum í Løgtinginum um Játtanarkarmar fyri 2026), verður sjáldan tosað út frá somu fatan ella fortreytum – og hetta ávirkar so eisini myndina, sum fólk hava av føroyska búskapinum.
Ein partur av hesum avbjóðingum høvdu verið loystar við einum fíggjarpolitiskum regluverki – sum er eitt sett av reglum og meginreglum, sum áseta hvussu vit stýra fíggjarlógini, tá tað kemur til t.d. avlop og hall, rakstur og íløgur, og skuld.
Tað hevur eisini verið tosað nógv um fíggjarpolitiskt regluverk seinastu 2-3 árini, men enn er ikki komið nakað ítøkiligt boð uppá hvussu vit gera. Kanska er tað ikki so trupult?
Fíggjarpolitisku regluverkini í Svøríki og í Letlandi
Herfyri var Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum á arbeiðsferð í Svøríki og í Letlandi. Á ferðini varð fundur við fíggjarnevndina og fíggjarmálaráðið í báðum londum – og ein partur av skránni fevndi eisini um umrøðu av fíggjarpolitiskum regluverki.
Svøríki og Letland eru partur av ES og er tí undirløgd fíggjarpolitiska regluverkinum hjá ES. Ein skipan, sum í stuttum er nokk so einføld – og fevnir um hesar høvuðstættir:
- Hallið á fíggjarlógini má ikki verða meiri størri enn 3% av BTÚ.
- Frávik kann gevast hesum undir serligum umstøðum, t.d. í Covid19 støðuni og nú orsaka av krígnum í Ukraina – og fastar reglur og mannagongdir eru fyri hvussu hetta verður skipað í praksis í politisku skipanini og í parlamentinum.
- Landskassaskuldin (brutto) má ikki fara upp um 60% av BTÚ.
- Fíggjarætlanir verða gjørdar fyri 4 ár (og upp til 7 ár)
Umframt ES-reglurnar, hevur Svøríki egnar reglur, sum vórðu samtyktar í fjør, um langtíðar javnvág á fíggjarlógini. Í stuttum snýr hetta seg um, at tað skal verða eitt avlop á fíggjarlógini á 0,33% roknað yvir eitt langt tíðarskeið við bæði há- og lágkonjukturum.
Hetta hallið verður roknað í mun til avlop og hall, sum hava við konjukturarnar at gera, meðan strukturellar ávirkanir (t.d. demografiskar broytingar) ikki verða taldar við.
Kravið um eitt í miðal lutfalsliga lítið avlop yvir eitt langt áramál varð eisini nevnt við tilknýti til møguleikan fyri at gera so nógvar íløgur sum til ber.
Leggjast kann afturat, at Svøríki hevur eins og Danmarkog Norra (og fleiri onnur lond) avskrivingarreglur fyri almennar íløgur (galdandi fyri bæði land og kommunur), har íløgur í t.d. tól verða avskrivaði yvir 5 ár, skip og ferjur yvir 20-30 ár, og íløgur í bygningar yvir 33 ár. Í stuttum merkir hetta, at skip og ferjur verða játtaðar á fíggjarlógini yvir 20-30 ár – og ikki sum í Føroyum, tá íløgan verður framd, tvs. yvir 2-3 ár.
Umframt egnar reglur um javnvág á fíggjarlógini, hevur Svøríki eisini málsetningar viðv. skuldini, sum ikki skal verða meiri enn 35% (+/- 5%) av BTÚ. ES reglurnar eru sum nevnt 60% av BTÚ.
Hvussu verða fíggjarpolitisku regluverkini brúkt?
Bæði í Svøríki og í Letlandi vóru tey sera væl nøgd við skipanina við fíggjarpolitiskum regluverki, tí tær vórðu lutfalsliga lættar at umsita frá politiskari síðu – og høvdu eina “accept” bæði í samgonguni og í andstøðuni í parlamentinum.
Bæði í Svøríki og í Letlandi greiddu tey frá, at fokus í stóran mun var á, at eitt fíggjarpolitiskt regluverk var og tað virkaði, og at regluverkið varð brúkt í langtíðarplanleggingini, tvs. at tey spakuliga fluttu seg frá halli til eina javnvág, har tað var eitt avlop á fíggjarlógini.
Ein annar sera greiður partur av øllum kjakinum rundanum um fíggjarpolitiska regluverki fevndi um, hvussu tey settu orð á fíggjarligu støðuna í londunum. Hvørki í Svøríki ella í Letlandi tosaðu tey um, hvussu nógvar milliardir hallið á fíggjarlógini var ella hvussu nógvar milliardir landskassaskuldin vaks orsak av hallinum á fíggjarlógini.
Tey tosaðu um at hallið á fíggjarlógini var ein prosent-lutur av BTÚ og at hetta var í tráð við fíggjarpolitiska regluverkið – og at tey fóru at koma í eina javnvág innan 5-7 ár, eins og forskrivað í regluverkinum.
Tosað varð heldur ikki um hvussu nógvar milliardir skuldin var, men um hvussu stór skuldin var í mun til BTÚ – og í Letlandi greiddu tey (við jaligari útstráling) frá, at hóast tey høvdu hall á fíggjarlógini, so vaks skuldin ikki í mun til BTÚ, tí BTÚ vaks skjótari enn støddin á hallinum.
Hall og skuld í Svøríki og Letlandi
Í ES-høpi verður svenski búskapurin mettur at verða sunnur. Í 2024 var hallið á svensku fíggjarlógini 96 milliardir svenskar kr. – ja, tað ljóðar av øgiliga nógvum, men hetta svarar til 1,5% av BTÚ – og málið var ein javnvág um 5-7 ár. Svenska skuldin er uml. 33,5% av BTÚ – og verður komandi árini hækkað við 300 milliardum svenskum kr. markað til íløgur í verju og kjarnorku.
Lettiski búskapurin hevur seinastu árini hildið seg innanfyri ásetingarnar í fíggjarpolitiska regluverkinum hjá ES. Í 2024 var hallið á lettisku fíggjarlógini umleið 6,4 milliardir kr. svarandi til 2,1% av BTÚ. Skuldin er uml. 47,7% av BTÚ. Komandi árini verður hallið í Letlandi væntandi størri enn 3% av BTÚ, hetta orsaka av stórum íløgum í verju og infrakervið, og fíggjarpolitiska regluverkið loyvir frávik orsaka av hesum.
Hall og skuld í Føroyum
Hallið á føroysku fíggjarlógini fyri 2025, sum varð samtykt í Løgtinginum í desember 2024, er 119,8 mió. kr. Í mun til BTÚ er hallið 0,41%. Fíggjarpolitiska regluverkið hjá ES sigur, at hallið má í mesta lagi verða 3% av BTÚ.
Almenna bruttoskuldin í Føroyum er sambært Búskaparráðnum 28% av BTÚ. Markið hjá ES er 60% av BTÚ – og er føroyska bruttuskuldin millum lægstu í Evropa.
Fíggjarpolitiskt regluverk í Føroyum
Í rúma tíð hevur verið tosað um eitt fíggjarpolitiskt regluverk í Føroyum. Hví ikki skipað eitt slíkt regluverk við íblástri frá ES og grannalondum okkara?
Eitt føroyskt fíggjarpolitiskt regluverk kundi t.d. fevnt um:
- Ásetingar um, at hallið á fíggjarlógini ikki má verða størri enn 3% av BTÚ.
- Og at tað kunnu undir serligum umstøðum í fastari mannagongd gerast frávik, t.d. í Covid19 støðuni.
- Ásetingar um javnvág á fíggjarlógini yvir eitt langt tíðarskeið við bæði há- og lágkonjukturum.
- Sviar hava sum nevnt málseting um avlop á fíggjarlógini á 0,33% av BTÚ roknað yvir eitt langt tíðarskeið.
- Ásetingar um at almenna bruttoskuldin ikki má fara uppum 60% av BTÚ.
- Til ber eisini at hava avmarkandi ásetingar um bruttoskuldin ikki má fara uppum t.d. 35% av BTÚ, eins og Svøríki hevur.
- Ásetingar um at arbeitt verður við langtíðar fíggjarætlanum yvir t.d. 3-4 ár, soleiðis at landsstovnar kunnu planleggja longri enn eitt ár í senn.
- Ásetingar um at avskrivingarreglur verða partur av útvaldum íløgum landsins (t.d. í skipum hjá Strandfaraskipum Landsins), soleiðis at til ber at fremja skilagóðar íløgur, sum kunnu føra við sær bæði betri tænastu og lægri útreiðslur til rakstur og viðlíkahald.
Nú hevur verið tosað um fíggjarpolitiskt regluverk í fleiri ár, men hvussu trupult kann tað verða at seta slíkar reglur í verk, soleiðis at øll politiska skipanin hevur leiðreglur at virka undir – leiðreglur, sum eisini kunnu eftirmetast eftir eitt áramál og um neyðugt tá tillagast.
Dennis Holm
Fíggjarnevndarlimur og løgtingslimur fyri Tjóðveldi