Filmur skal selja fiskivinnuna

Føroyska fiskivinnan ætlar at gera nakað eyka burtur úr á heimsins størstu fiskivinnustevnu European Seafood Exposition (ESE), sum verður í Brússel í Belgia í døgunum 23. – 25. apríl.

Tað verður gjørt við einum spildurnýggjum filmi um føroyska fiskivinnu, sum verður frumsýndur á føroyska básinum á ESE, undir heitinum “Fresh from the Faroes”

Tað er stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen, ið hevur tikið stig til at gera filmin, sum síðani er vorðin til í tøttum samstarvi við Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Ráfiskaseljarafelag.

- Tað er jú sera avmarkað við formligum altjóða góðkenningum sum til dømis MSC, tá tað snýr seg um føroyska fiskivinnu, og á undanfarnum ESE-messum eri eg ofta spurdur um, hvat vit so hava at vísa á í staðin. Men eg havi ikki havt nakað ítøkiligt at víst teimum. Tað hava vit nú við hesum filminum, sigur Jens Christian Olsen.

- Filmurin, sum ber enska heitið “Faroe Islands Responsible Fisheries”, sigur frá føroyskari fiskivinnu, hvussu hon er regulerað við atliti til stovnsrøkt og havumhvørvi, og ikki minst, hvussu føroyingar í tøttum samspæli við náttúruna gjøgnum øldir hava lært at brúka hana og hennara ríkidømi við skili, siga stigtakararnir til filmin.