Fimleikafagnaðurin um vikuskiftið

400 íðkarar fara at luttaka á fimleikafagnaðinum, sum verður í Norðurlandahúsinum

Um vikuskiftið verður sannur fagnaður í Norðurlandahúsinum, tá áleið 400 íðkarar luttaka til fimleikafagnaðin. Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Flog og Havnar Fimleikafelag.

 

Felagið skal vísa breiddina í felagnum við at lýsa ársins evni, við einari framførslu á 15 minuttir. Ársins evnið er orðið “ætt”, sum hevur fleiri týdningar, tískil verður áhugavert at síggja, hvussu feløgini lýsa evnið, verður sagt.

 

Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 4. novembur klokkan 15.00, og tvær sunnudagin 5. novembur. Sama sunnudagin verður vinnarin kunngjørdur til seinastu sýningina, sum verður klokkan 18.00.

 

Steypið er eitt ferðasteyp og Havnar Fimleikafelag hevur møguleika, at vinna sær steypið til ognar.