Fimleikakapping í Ítróttarhøllini á Nabb

-

Fríggjadagin 19. mai, Dýra biðidag, kl. 15 og leygardagin 20. mai kl. 16 skipar Føroya Fimleikasamband fyri kapping í reiðskapsfimleiki fyri lið og einstaklingar í teimum eldru aldursbólkunum, 14?15 ár og 16 ár og eldri í Ítróttarhøllini á Nabb í Havn.

Dreingirnir kappast í lopi, gólvíðkan og ringum, meðan kvinnurnar kappast í lopi, gólvíðkan og íðkan á bita. Luttakandi liðini verða Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Ljósið, Fok úr Gøtu og Støkk av Glyvrum.

Fríggjadagin verður kapping fyri lið og leygardagin verður einstaklingakapping. Kappingin í ár er øðrvísi enn undanfarin ár, tí kappast verður fyri fyrstu ferð eftir internationalum reglum nevndar F.I.G. reglur. Hetta verður gjørt fyri at fimleikararnir betur kunnu fyrireika seg til Oyggjaleikir, ella um vit fara at luttaka í onkrari norðurlendskari kapping. Hetta hevur kravt eitt stórt fyrireikingararbeiði hjá dómarunum, sum skulu seta seg inn í teir ymisku dømingarreglurnar, tey ymisku lopini og mangt annað. Tað er Anni Kyster, sum hevur umsett reglurnar til okkara tørv við hollari hjálp frá Marjun Thomassen, sum fyri nøkrum árum síðani tók prógv sum altjóða fimleikadómari og tær eiga stóra tøkk uppborna fyri teirra avrik.

Tá kappast verður eftir F.I.G. reglum, er tað venjarin og fimleikarin, sum gera av hvørji lop teir leypa, teir kunnu hava tvey ymisk lop. Í ringum, á bita og á gólvi eru nøkur moment, sum skulu vera við og so kann fimleikarin taka onnur moment upp í og soleiðis byggja íðkanina upp til eina heild alt eftir hvussu hann/ hon er fyri kropsliga. Íðkan á gólvi og á bita er tíðaravmarkað smb. F.I.G., men av tí at hetta er fyrsta árið, vit royna hetta, verður fimleikarin ikki bundin av sekundum, men næsta kappingarár verður tíðaravmarkan sett í verk.

Vikuskiftið 29. og 30. apríl í ár skipaði F.F.S. fyri lið- og einstaklingakapping í Ítróttarhøllini á Kambsdali fyri teimum yngru deildunum, tíverri hendi tað mistak, at teir fimleikarar, sum vunnu í teimum ymisku greinunum fyri einstaklingar, fingu ikki heiðursmerki sum teir annars áttu at fáa, hetta var eitt keðiligt mistak, men leygardagin 20. mai kl. 16, tá kappingin fyri einstaklingar verður, verða heiðursmerkini handað teimum, sum áttu at fáa gull, silvur og bronsu.

Spennandi verður, hvussu fer at gangast fimleikarunum komandi vikuskifti, tí liðini eru sera jøvn, og spennandi verður at síggja, hvussu teir hava sett sínar íðkanir saman.

Vónandi fara nógv fólk at leita sær niðan á Nabb fríggjadagin og leygardagin at stuðla fimleikarunum í hesi fyri okkum nýggju kapping.