- Arbeiðið at byggja nýggja fimleikahøll við Løkin gongur væl. Høllin hevur rættiliga tikið skap, og broytingar síggjast nærum dagliga.
Tað sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, í kunningarskrivi til sínar borgarar, nú árið 2013 er farið at halla.
- Spenningurin er stórur millum fimleikarar og fólk flest í økinum at uppliva ta nýggju høllina. Áhugin er eisini stórur millum hini fimleikafeløgini kring landið at royna høllina.
Hann sigur, at nýggja fimleikarhøllin eftir ætlan verður liðug í vár og fer at geva fimleikinum í kommununi karmar, sum ikki hava verið áður.
- Nú nýggja og stásiliga fimleikahøllin verður samanbygd við ítróttarhøllina, hevur býráðið mett tað hóskandi at umvæla ítróttarhøllina, soleiðis at hon kemur at líkjast tí nýggju fimleikarhøllini.
Magnus Rasmussen vísir á, at ítróttarhøllin er víðkað eystur eftir og hevur fingið eitt nýtt glaspartí í endanum, sum er meinlíkt tí í fimleikahøllini.
- Ætlanin er eisini at dagføra ítróttarhøllina við eitt nú at skifta út gólvið, sigur borgarstjórin í Føroya trið størstu kommunu.