Løgtingsfundur er lýstur í morgin klokkan 11. Og sambært fyribils dagsskránni, so verða fimm 1. viðgerðir.
Skráin er hendan:
1. – 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 8/2016: Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð
2. – 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 6/2016: Uppskot til broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Stjórin í Landsbanka Føroya stýrisformaður í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum)
Tingmálini nr 8 og nr. 6/2016 verð viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina
3. – 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 3/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Hægri barnafrádráttur til smábarnafamiljur)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
4. – 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 5/2016: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2016-2 (Flyting í Búskapargrunn Føroya)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
5. – 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 2/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Altjóða skyldur, eftirlitsreglur og elektroniskt samskifti)
Málið verður beint í Vinnunevndina
6. – Framløga