Fimm eru javnir

Helgi Dam Ziska hevur veruliga tikið dik á seg í Suðuroy International, sum verður telvd í hesum døgum. Hósdagin snávaði Hans Kristian Simonsen óvæntað móti Per Andreasen, sum annars var aftastur, og tí kundi Helgi við sínum triða sigri á rað leggja seg heilt fram í oddin. Fimm telvarar eru nú javnir í oddinum við 4,5 stigum hvør. Hesir eru Helgi Dam Ziska, Hans Kristian Simonsen, John Arni Nilssen, Bjørn Brink-Claussen og John Rødgaard.