Fiskivinna
Í Vinnuhúsinum hava tey hugt at hagtølum, sum Fiskiveiðieftirlitið ger yvir beinleiðis landingar hjá føroyskum ísfiskaskipum uttanlands.
Samlaðu nøgdirnar í ár eru rættiliga nógv øktar.
Hagtølini vísa nevniliga, at tvífalt so nógvur fiskur er farin beinleiðis av landinum higartil í ár sum alt árið í fjør.
Serliga upsi
Vøksturin í beinleiðis útflutningi av upsa er størstur, og her er talan um ikki minni enn eina fimmfalding í útflutningstølunum.
Sambært hagtølunum eru útflutningstølini higartil í ár hesi (Tølini í klumbrum eru samlaðu tølini fyri 2004. Í báðum førum eru tølini avrundað):
Toskur 1.282 tons (343), hýsa 807 tons (318) og upsi 4.953 (971).
Aftrat hesum kemur "annað". Talið higartil í ár er 3.167 tons (3.410).
Eisini toskur
Tilsamans eru 10.209 tons av ráfiski flutt beinleiðis av landinum higartil í ár ímóti 5.043 tonsum alt árið í fjør.
Tølini vísa, at beinleiðis landingarnar av upsa uttanlands eru sum nevnt fimmfaldaðar, og somuleiðis eru nøgdirnar av toski nógv øktar; úr 343 tonsum í 2004 upp í 1.282 tons higartil í ár.