Løgreglan hevur seinastu dagarnar gjørt ferðslukanningar við skúlarnar kring landið.
Í gjár vóru teir millum annað við Sankta Frans Skúla í Havn og har fekk ein bilførari bót og klipp í kortið, tí eitt barn ikki var íbundið trygdarbeltið.
Á Giljanesi vóru 50 bilar steðgaðir. Har fekk ein bilførari klipp og bót, tí at ein 16 ára gamal ikki sat í trygdarbelti. Á Kambsdali vóru 25 bilar steðgaðir, men har var alt í lagi. Í Kaldbak vóru tveir bilar steðgaðir, tó uttan at løgreglan hevði nakrar viðmerkingar.
Við Fuglafjarðar skúla stóð tó verri til. Tríggir bilførarar fingu klipp í kortið, vegna tað, at børn undir 15 ár ikki sótu í trygdarbelti. Harumframt hevði ein bilførari ikki koyrikortið á sær.
- Vit gera regluliga slíkar kanningar nærindis skúlunum kring landið, og tað er fyrst og fremst fyri trygdina hjá børnunum, sigur vakthavandi.