Tá løgreglan í gjár var noðran fyri Gøtueiði og kannaði ferðsluna, komu tey aftur við átta málum um ferðslulógarbrot.
Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at tosa í fartelefon. Tveir bilførarar nýttu ikki trygdarbelti, og ein bilførari hevði ikki tryggjað eitt barn undir akstri. Hesar sakir vóru í Fuglafirði og í Klaksvík.
Løgreglan hevur javnan nógv at gera við fólki, sum hava sálartrupulleikar av ymsum slag, og so var eisini í gjár, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Og í nátt hevur løgreglan verið úti og tikið nummarplátur av bilum sum ikki hava rindað vegskatt, trygging ella ikki verið til sýn.
10 sett av nummarplátum vórðu í nátt tikin í Tórshavnar kommunu.











