Nýggj flogleið við burð­ar­dygg­um brenni­evni byrj­ar í dag

Í dag fer Norwegian at flúgva við 40 prosentum burðardyggum brennievni millum Aalborg og Keypmannahavn.

Eitt Norwegian flogfar er klárt at fara av flogvøllinum í Aalborg í fyrru ferð. Í dag fer fyrsta flogfarið á nýggjari rutu á flog við 40 prosentum av burðardyggum brennievni í tanganum. (Savnsmynd). - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Sum fyrsta landið í Evropa fer Danmark at hava innanríkisflogleið við 40 prosentum av sokallaða SAF - burðardyggum brennievni - í tanganum.

Í dag klokkan 14:25 fer fyrsta flogfarið hjá Norwegian avstað úr Aalborg til Keypmannahavnar.

– Vit minka um CO2-útlátið við 3.000 tonsum um árið, so tað er eitt stig rætta vegin, sigur Sara Neergaard, landsstjóri hjá Norwegian í Danmark.

Farleiðin úr Aalborg til Keypmannahavnar er gjørd sum liður í ætlanini hjá stjórnini "Grøn flogferðsla í Danmark". Men Norwegian kallar ikki nýggju farleiðina "grøna".

– So leingi vit framvegis hava fossilt brennievni í tanganum, er tað de facto ikki grønt.

– Tað er týðiliga burðardyggari enn tað var frammanundan. Men tá tað ikki ber til at flúgva við 100 prosent SAF, kunnu vit sum vinnuligt flogfelag ikki marknaðarføra tað sum grønt, sigur Sara Neergaard.

Prísurin á einum ferðaseðli er tann sami, sum ferðafólkini eru von við, sjálvt um brennievnið er umleið sjey til átta ferðir dýrari enn fossilt brennievni, tí landið veitir stuðul, sigur hon.

Fram til og við 2029 eru 800 milliónir krónur frá statinum settar av til burðardygga innanríkisflúgving í avtaluni um "grøna flogferðslu". Peningurin stavar frá einum ferðafólkaskatti á flogferðaseðlum.

Tað er bara á flogvøllinum í Aalborg, at tú kanst fylla á við 40 prosent burðardyggum brennievni, so ferðin úr Keypmannahavn til Aalborg er ikki íroknað.

Rávøran - vanliga brúkt matolja - kemur úr evropiskum býum og verður umgjørd til brennievni í Gøteborg, og síðani verður hon send til flogvøllin í Aalborg.

Hjá umhvørvisfelagsskapinum Rådet fyri Grøn Omstilling sigur Alexander Bjørn Hansen, ráðgevi í grønum flutningi, at tey taka undir við øllum átøkum, sum kunnu minka um CO2-útlátið frá flogferðsluni.

– Men pengarnir kundu kanska verið brúktir skynsamari frá danskari síðu. Brennievnið, sum nú fer í tangarnar, kemur fyrst og fremst frá brúktari matolju. Og tað er ein avmarkað nøgd av tí.

– So vit hava brúk fyri at hava nøkur onnur sløg av brennievni á vegnum, sigur hann.

SAF (Sustainable Aviation Fuel) kann eisini gerast við at brúka grønan streym og vetni - tey sonevndu eFuels.

Og pengarnir skulu heldur brúkast til at menna tað í Danmark, sambært Rådet fyri Grøn Omstilling og restini av Klimapartnerskabet for Luftfart, sum er mannað við einum hópi av fyritøkum innan flogferðslu og grøna orku.

Sambært Mathias Milling, skrivstovustjóra í Dansk Luftfart undir Dansk Industri, fer tað at frættast um allan heimin um nýggju farleiðina.

– So nú er góð tíð at hyggja frameftir til næsta málið, sum er sett til 2030.

Altjóða reglur loyva í løtuni at flúgva við í mesta lagi 50 prosentum av grønum brennievni av trygdarávum.

Stjórnin hevur eina ætlan um, at øll donsk innanríkisflúgving verður rikin við 100 prosent burðardyggum brennievni í tanganum í 2030, um tað ber til tá.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú setti hugskotið um eina "grøna" innanríkisleið í nýggjársrøðuni í 2022.

SVM-stjórnin hevur síðani gjørt avtalu um "grøna flogferðslu" við SF og Eindarlistan í desember 2023.

 

/Ritzau/

 

Eitt Norwegian flogfar er klárt at fara av flogvøllinum í Aalborg í fyrru ferð. Í dag fer fyrsta flogfarið á nýggjari rutu á flog við 40 prosentum av burðardyggum brennievni í tanganum. (Savnsmynd). - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Fossilfrítt flogbrennievni, eisini nevnt SAF, verður fylt á eitt Norwegian flogfar í Aalborg. Av trygdarávum er í løtuni bert loyvt at flúgva við upp til 50 prosentum av SAF í tanganum á einum flogfari. Danska stjórnin hevur sum mál, at øll donsk innanríkisflúgving skal vera 100 prosent SAF í 2030, um tað verður loyvt tá. (Savnsmynd). - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix