Fimm fólk eru særd í einum rakettálopi nærindis floghavnini í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad. Tað siga myndugleikarnir í landinum.
Sambært tíðindatænastuni hjá stjórnini høvdu fimm rakettir kós móti altjóða floghavnini í Bagdad og nærliggjandi økjunum.
Í umhvørvinum nærindis floghavnini liggur eisini tað, sum verður rópt eitt amerikanskt "diplomatanlegg".
Sagt verður, at rakettir raktu bæði flogvøllin og eina saltingarskipan, og aðrar raktu við eitt fongsul, har IS-hermenn vera hildnir i fangilsi.
Haraftrat varð ein irakisk flogstøð nærindis amerikanska diplomatanlegginum rakt.
Sum skilst, kom álopið ikki úr Iran, men úr Irak.
Trygdardeildir í Irak tóku eftirlitið við útskjótingarpallinum, sum varð brúktur í álopinum, og hetta var í al-Radwaniya-økinum í ein útsynning úr Bagdad.
Keldur upplýsa eisini yvirfyri AFP-tíðindastovuni, at tríggjar dronur eisini vórðu skotnar niður nærindis altjóða floghavnini í Bagdad.
Síðan USA og Ísrael lupu á Iran, hava ein røð av álopum verið frá iran-stuðlaðum bólkum, bæði móti flogvøllinum og amerikanskum støðum í Irak.
Loftrúmið yvir Irak er stongt fyri flogferðslu.










