Seinnapartin í gjár varð løgreglan boðsend oman í Steinatún í Havn, har fólk vóru farin til hendurs. Talan var um rúsað fólk, sum vanliga halda til har.
Løgreglan kom á staðið og vísti nøkrum fólkum burtur av staðnum, tí tey vóru til ampa fyri onnur fólk.
Tað hjálpti so eina løtu, men seinni skaptu somu fólk ófrið á eini adressu í Havn. Løgreglan varð boðsend, og tá hon kom á staðið sló ein persónur eitt løgreglufólk. Viðkomandi var tí handtikin og seinni leyslatin aftur. Viðkomandi verður nú skuldsettur, tí tað er rættiliga álvarsligt at gera seg inn á løgreglufólk. Málið skal tí ígjøgnum rættarskipanina.










