70 ára pensjónsaldur útsettur til 2053

Stóru flokkarnir kunnu allir semjast um, at pensjónsaldurin skal hækka soleiðis, sum samtykt varð í 2018. Tá verður 70 ára pensjónsaldurin rokkin í 2053


Eitt stríð millum Javnaðarflokkin og Framsókn um at hækka pensjónsaldurin skjótar enn áður ætlað sprongdi samgonguna. Nú eru tríggir floksformenn samdir um at brúka gamla leistin frá 2018, har pensjónsaldurin verður 70 ár í 2053, og hesum kann  Tjóðveldi eisini liva við.

Tað siga Aksel V. Johannsen, formaður Javnaðarfloksins, Beinir Johannsen, formaður Fólkafloksins, Bárður á Steig Nielsen formaður Sambandsfloksins og Sirið Stenberg, forkvinna Tjóðveldis, við Sosialin.

Tað var málið um at hækka pensjónsaldurin skjótari enn ásett er í galdandi lóg um fólkapensjón, sum sprongdi samgonguna og sum fekk løgmann at skriva út nýval.

Tað var tann 24. apríl í 2018, at Løgtingið samtykti, at pensjónsaldurin skuldi hækka upp í 70 ár. Men tað skuldi gerast stigvíst yvir eitt 35 ára tíðarskeið.

Tá varð samtykt, at pensjónsaldurin fyri fólk, sum eru fødd eftir 1. juli í 1957 hækkar til 67,5 ár. Tað hendi so í 2024. Tá varð eisini samtykt, at pensjónsaldurin fyri fólk, sum eru fødd eftir 1962 hækkar til 68 ár. Tað verður so frá 1. januar í 2031.

Tá lógin varð samtykt í 2018 varð tað gjørt í samráð við fakfeløg og fleiri aðrar partar. Tað var sama landsstýrið, sum situr í dag, sum gjørdi ta broytingina. 

Fakfeløgini hava síðani kallað ta lógarbroytingina fyri eina »kontrakt millum Løgtingið og fakfeløgini« um pensjónsaldur, sum ikki skuldi vaksa við skjótari, enn tað sum tá varð samtykt. 

Eitt nú atkvøddi enntá Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak, nú Verkafólki, og sum tá sat í Løgtinginum, fyri tí lógaruppskotinum, sum Javnaðarflokkurin sambært løgmanni nú vendir aftur til.

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst leysasølu kring landið – og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.