Ternan - ÍF 3-0 (25-19, 25-23, 25-14)
Eitt vælleikandi Ternulið vann sannførandi á ÍF og vann harvið føroyameistaraheitið fyri dreingir 17.
Nógvir av dreingjunum frá U18 landsliðnum, sum leikti í Dublin í januar vóru á vøllinum í dagsins finalu. Spælið var eisini hareftir. Talan var til tíðir um flogbólt á høgum stigi.
Liðið hjá Ternuni var munandi sterkari og vann rættuliga sannførandi. Annað settið gjørdist tó eitt sindir spennandi, men til endans vann Ternan eisini hetta.
Dagsins leikari gjørdist Kaj Johannesen úr Ternuni
##med2##
##med3##













