Russland fekk upprunaliga tillutað vertsskapin fyri EM-endaspælið hjá kvinnum í hondbólti í 2026, men misti vertsskapin aftaná, at russiski forsetin, Vladimir Putin tók avgerð um at gera innrás í Ukraina.
Sveis, Ungarn og Eysturríki eru vertir til EM-endaspælið í 2024, og Noreg, Danmark og Svøríki standa til at fáa vertsskapin til EM-endaspælið í 2028.
Fimm lond hava lagt boð inn um at gerast vertur fyri EM-endaspælið í 2026.
Rumenia, Spania og Turkaland, og so eitt felags boð hjá Kekkia og Pólandi.
Við tí menningini okkara hondbóltskvinnur hava skuldu møguleikarnir fyri at rokkið EM-endaspælinum í 2026 ikki verið sørir hjá Føroyum.
Fyrst fyri hjá føroysku kvinnunum er tó at royna at vinna seg til EM-endaspælið í 2024. Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Íslandi og Luksemborg. Tað fer at krevja tveir sigrar á Luksemborg og stig móti Íslandi um Føroyar skulu vinna seg í EM-endaspælið í 2024.