Fimm nýggjar ítróttargreinir á olympisku summarleikunum í 2028

Olympisku summarleikirnir í 2028 vera í Los Angeles í Kalifornia í USA

Á sumri í 2028 vera olympisku summarleikirnir í Los Angeles í Kalifornia í USA.  Seinast Los Angeles hýsti olympisku leikunum var í 1984. Los Angeles hýsti eisini olympisku summarleikunum í 1932, og tí verður Los Angeles saman við París og London einasti vertsbýur, ið verður olympiskur vertsbýur á triðja sinni. London var vertur fyri olympisku summarleikunum í 1908, 1948 og í 2012. París var OL-vertur í 1900, 1924 og verður aftur OL-vertur í 2024. 

 

Fimm nýggjar ítróttargreinir vera at finna á olympisku summarleikunum í Los Angeles í 2028. Tað skrivar danska TV2. 

 

Talan verður um Cricket, Lacrosse, Softball og Baseball, Flag Football og Squash.

 

Cricket hevur ikki verið á skránni á olympisku summarleikunum síðani 1900. Lacrosse var við á leikunum í 1904 og í 1908, og hevur síðani á onkrum sinni verið við sum royndargrein. Tað hava Baseball og Softball eisini. Hetta verður fyrstu ferð, at Squash og Flag Football vera á skránni til olympisku summarleikirnar. Serliga tey sum varða av Squash hava stríðst í langa tíð fyri at fáa olympiska viðurkenning.

 

Hinvegin er vandi fyri, at nevaleikur ikki verður á skránni á olympisku leikunum í 2028. Altjóða olympiska nevndin situr ikki væl í sátt við altjóða nevaleikasambandi, IBF. Tað ljóðar, at eitt nýtt altjóða nevaleikasamband verður stovnað í november, og so skuldi verið betri møguleiki fyri, at nevaleikur verður verandi á skránni til olympisku leikirnar.