Báðar dystirnir við Stórá í Trongisvági endaðu við javnleiki 1-1, meðan tann eini dysturin á Svangaskarði endaði við stórsigri til B68. Soleiðis kann takast samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar millum B68 og TB í júst farna kappingarárinum.
Samlaða úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum var sostatt fimm stig til B68, og tvey stig til TB.
Málúrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist 6-3 til B68. Seks ymiskir málskjúttar skutu málini hjá B68.
TB – B68 1-1 (0-0) - 25. oktober
0-1 Sebastian Lau Nielsen (50.)
1-1 Samudeen Musah (51.)
B68-TB 4-1 (1-1) - 31. mai
1-0 Jóhan Josephsen (31.)
1-1 Musah Armah (37.)
2-1 Djóni Samuelsen (64.)
3-1 Martin Klein Joensen (70.)
4-1 Jákup Vilhelmsen (90.+)
TB-B68 1-1 (0-0) - 10. mai
1-0 Marley Blair (48.)
1-1 Hanus Højgaard (66.)
Kelda: FaroeSoccer











