Premier League hevur tikið av tilboðunum um, at lið kunnu skifta út fimm ferðir í sama dysti. Hetta verður fyribils galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum.
FIFA, altjóða fótbóltssamgongan, hevur lagt upp til at lið skulu kunnu skifta út fimm ferðir, nú fótbólturin byrjar aftur í felstu londum. Tað er upp til hvørt einstakt Fótbóltssamband til at taka avgerð um hetta skal verða galdandi.
Í Føroyum hevur FSF ikki tikið av møguleikanum, meðan Bundesligan og Premier League hevur tikið av. Hetta verður gjørt tí óvanliga nógvir dystirnir skulu spælast í næstum, og feløgini hava ikki havt møguleika at fyrireika seg á vanligan hátt.
Í Premier League verður eisini loyvi at hava níggju spælarar á bonkinum. Vanliga eru tað sjey spælarar á bonkinum. Um alt gongur eftir ætlan, so byrjar Premier League aftur 17. juni.