Tá løgreglan i samstarvi við Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Taks og Útlendingastovuna í gjár gjørdi kanningar á ymsum arbeiðsplássum kring landið, um útlendsk starvsfólk høvdu uppihalds- og arbeiðsloyvi, vórðu fimm mál skrivað, har starvsfólkini vórðu send av arbeiðsplássinum alt fyri eitt.
Arbeiðsplássini vóru eitt nú byggifyritøkur, alivirki, matstovur, gistingarhús og annað kring alt landið.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hetta eru átøk, sum tey stremba eftir at gera nakrar ferðir um árið.
Enn er ikki greitt, hvør avleiðingin verður av, at hesi fimm fólkini ikki høvdu arbeiðs- og uppihaldsloyvini í lagi. Vaktleiðarin sigur, at tað verður kannað, og tað veldst sjálvandi um viðurskiftini. Um nú talan er um eina umsókn, sum er send og seint, um tey hava gloymt tað, ella um tað býr okkurt annað undir.
Men í ringasta føri, so verða fólkini send av landinum.