Næstan allir føroyingar eru samdir um, at Nils Malmros kom stak væl frá filminum um Barbaru.
Nógv hevur verið tosað um filmin, og tær flestu viðmerkingarnar eru positivar.
Eisini hava nógv fólk sæð filmin. Serliga í Føroyum, sjálvandi, men so sanniliga eisini í Danmark.
At arbeiðið er væl úr hondum greitt, hava filmsfólkini fingið at vita fleiri ferðir.
Barbara er m. a. innstillað til Oscar-virðislønina sum besti »ikki-amerikanski« filmur.
Innstillingin er gjørd av donskum og norðurlendskum filmsfólkunum, og bara tað má verða ein fjøður í hattin hjá filmsleikstjóranum Nils Malmros.
Robert virðislønirnar
Um vikuskiftið vóru Robert virðislønirnar latnar í Keypmannahavn, og eisini her gjørdi »okkara« filmur um seg.
Filmurin um Barbaru fekk ikki færri enn fimm virðislønir.
Fyrstu virðislønina fekk »Barbara« sum besti danski leikfilmur.
Tó hildu danir ikki, at »Barbara« einsamøll átti henda heiður
Ein filmur, sum ikki var so dýrur at gera sum »Barbara« fekk eisini tann heiður at verða besti danski filmur í 1997. Filmurin eitur »Let¹s Get Lost«, er svart-hvítur, og tað er Sidse Babett-Knudsen, ið hevur kvinnuliga høvuðsleiklutin.
Lars Simonsen, sum leikti Harra Pál so framúrskarandi væl, fekk virðislønina sum besti mannligi høvuðsleikari.
Lars Simonsen bleiv landskendur í Danmark fyri leiklut sín sum Harra Pál, og í Danmark verður ikki ivast í, at henda mann koma vit at síggja nógv meira til í framtíðini.
Eisini Jesper Christensen, sum hevði leiklutin sum Sorinskrivarin, fekk virðisløn. Hann fekk virðislønina fyri »besta mannliga hjáleiklut«
Afturat hesum trimum virðislønum, fekk filmurin um Barbaru tvær virðislønir aftuat. Onnur teirra var til myndamannin, Jan Weincke, fyri góðar upptøkur, meðan hin var til ljósmannin, Otto Stenov.
Ongin virðisløn til Anneke von der Lippe
Harafturímóti fekk Anneke von der Lippe onga virðisløn fyri leiklut sín sum Barbara. Donsku filmsfólkini valdu at geva Sidse Babett-Knudsen virðislønina fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin, fyri leiklut sín í filminum »Let's Get Lost«.
Tað verða nógvir filmfestivalar, har »Barbara« skal luttaka, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast teimum.
Serliga spennandi verður at síggja, um tað fer at eydnast at fáa eina av teimum fimm-seks endaligu innstillingunum til Oscar-virðislønina. Kemur tað so langt, so verða Føroyar rættuliga heimskendar.
Nils Malmros, leikstjóri hevur alment sagt, at »Barbara« kann koma uppá tal til ein Oscar, tí »Barbara« hevur tað sum skal til, fyri at koma so langt.