Kunningarstovan í Havn skipar leygardagin 14. juni fyri gongudegi í Havn. Fimm ymiskir týrar verða á skránni, og byrjað verður á Vaglinum.
Teir ymsu túrarnir eru 1,5 ? 8 kilometrar til longdar, og allir túrarnir eru av Vaglinum og niðan á Tórsvøll.
Stimbur byrjar klokkan 15 á Vaglinum hita gongufólkið upp. Borgarstjórin, Jan Christiansen, sendir gongufólki avstað eitt korter seinni.
Tá gongufólkið kemur niðan á Tórsvøll, spælir Havnar Hornorkestur, og gongufólkið fær høvi at strekkja út við Stimbur, meðan Jákup Magnussen sigur frá.
Beint eftir klokkan fimm halda Katrin Dahl Jacobsen og Sølvi Winther Olsen røðu.
Síðani fara gentur og dreingir úr Havnar Fimleikafelag at vísa síni fimleikakynstur, og aftaná syngur Havnarkórið og tað verður felagssangurin.
MBM bjóðar øllum teimum, sum fara til gongu Pop Top at leska sær við, og boða fyrireikararnir frá, at ongin tilmelding er neyðug. Tað einasta, ið kravt er, at fólk hava beinini við.