LØGREGLUTÍÐINDI
Tó er tað meira meira enn so komið fyri, at løgreglan hevur skrivað sær okkurt niður í sínar rapportir hesar seinastu næturnar.
Vikuskiftið byrjaði annars við, at tað var veðrið, sum ikki skikkaði sær serliga væl. Nógvastaðni var vindurin hvassur, og takplátur vórðu rivnar av húsum í Suðuroy og Klaksvík.
Leygarmorgunin stutt fyri klokkan fýra varð ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn, og klokkan hálvgum fimm vóru aftur boð eftir yvirvøldini, tá ein maður gjørdi seg inn á ein hýruvogn. Maðurin er skuldsettur og kann vænta sær eitt bræv frá fútanum.
Hesa somu náttina var eisini boðað frá harðskapi, sum kostaði einum eina tonn. Talan var helst um tveir mans, sum klandraðust um eina gentu.
Harafturat varð ein brútur brotin við Verkstaðið Vón, sum saman við Frímerkjadeildini tykist at vera vorðið eitt slag av tilhaldsstaði hjá fleiri ungum um næturnar.
Í leygarkvøldið varð ein maður, sum einki koyrikort hevur, av tí tað er frádømt, tikin fyri at koyra ávirkaður. Klokkan hálvgum seks sunnumorgunin varð aftur ein maður tikin fyri at koyra fullur.
Harafturat varð ein fimtan ára gamal drongur, sum júst hevði keypt sær bil, tikin fyri sjálvur at koyra hann, og tað er ikki nakað, sum løgreglan sær ofta, verður sagt av Politistøðini í Havn.