Fimti hvør svii arbeiðsleysur

Fakligi landsfelagsskapurin í Svøríki vil vera við, at arbeiðsloysið er munandi størri, enn tey almennu hagtølini vísa.

Sambært teimum almennu hagtølunum er svenska arbeiðsloysið 5,5 prosent, men fakligi landsfelagsskapurin heldur, at tað rætta talið er einastaðni ímillum 20 og 25 prosent. Tá eru tey, sum eru arbeiðsfør, men sum fáa sjúkrapengar ella pensjón, tald við, og tey skulu teljast uppí, sigur Hans Karlsson í vinnunevndini hjá landsfelagsskapinum við blaðið Dagens Industri. Sjálvur heldur hann, at nógv frísk fólk verða sjúkrameldað, tí tey hava einki arbeiði, og tað er heilt burturvið, sigur hann og legur afturat, at í dag er skipanin soleiðis háttað, at fólk fáa pengar, aftur fyri at tey skulu ikki arbeiða.

Hans Karlsson, sum hevur sitið í Ríkisdegnum og ES-tinginum, heldur, at stjórnin ger alt ov lítið fyri at loysa trupulleikarnar við teimum arbeiðsføru, sum ikki arbeiða. Men hetta kann ikki halda fram, tí svenski búskapurin tolir tað ikki, sigur hann.