Fimti hvør av teimum kannaðu var smittaður í gjár

Í gjár settu vit met í smittutrýsti, og talið av smittaðum er framvegis sera høgt

Í gjár vóru tilsamans 518 nýggir tilburðir við koronu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

 

2619 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4171 smittað, eingin er innlagdur vegna, tvey eru innløgd við korona, og 17 eru deyð við korona í Føroyum.

 

Smittutrýstið var í gjár 19,8 prosent, sum er munandi hægri enn metið higartil, sum var 16,6 prosent tann 19. januar. Miðaltalið av smittaðum  um dagin seinastu sjey dagarnar er núkomið upp á 596 fólk.