20 prosent av persónbilunum á donskum vegum koyra nú við el.
Tað upplýsir Mobilitet Danmark út frá tølum frá bilstatistik.dk.
– At fimti hvør bilur koyrir við el, vísir, at skiftið ikki bara sæst í nýggjum skrásetingum, men at øll bilaparkin er undir stórari umlegging, sigur Mads Rørvig, stjóri í Mobility Danmark, í tíðindaskrivi.
Ítøkiliga eru nú 583.320 elbilar á vegnum.
Model Y hjá Tesla er tann elbilurin, sum flestir eru av í Danmark.
Tølini frá bilstatistik.dk vísa, at í løtuni eru 47.968.
Í Føroyum vóru 1. mars í ár 28.008 persóbilar. Av teimum eru 2.971 elbilar. Tað svarar til 10,6 prosent.
2025 var triðja árið á rað, har el var tað mest umtókta "brennievnið" til nýggj akfør.
Hetta hevur Mobilitet Danmark áður lýst.
/Ritzau/











