26. mai verður Champions League-finalan ímillum Real Madrid og Liverpool. Finalan, sum í ár spæld í ukreinska høvuðsstaðnum, Kiev, verður helst tøtt. Tað meta í øllum førum veddingarfyritøkurnar.
Tær 51 veddingarfyritøkurnar, sum bjóða odds upp á finaluna, hava tó útnevnt annað liðið til ein lítlan favoritt. Tað er Real Madrid. Miðaloddsið upp á spanskan sigur er 2,22. Tað merkir, at sannlíkindini eru áleið 43%.
Miðaloddsið upp á javnleik er 3,65, sum merkir áleið 26% sannlíkindi, og miðaloddsið upp á Liverpool-sigur er 3,00. Tað merkir, at tað eru áleið 32% sannlíkindi fyri at Liverpool vinnur finaluna í vanligari leiktíð.
Tilber eisini at spæla upp á hvør stendur eftir sum vinnari – longd leiktíð og brotssparkskapping íroknað. Her er miðaloddsið 1,67 upp á Real Madrid (56%) og 2,10 upp á Liverpool (44%).