Finalufepur fyri framman

Síðst í hesum mánaðinum og fyrst í næsta mánaði verða spældar tilsamans í minsta lagi átta FM-finalur í bæði flogbólti og hondbólti

Nú hevur kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum ásett, nær FM-finalurnar í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini skulu spælast. Greitt er, at hesa ferð fara finalurnar ikki at yvirlappa, sum tær gjørdu tað í fjør, tí fyrst gera kvinnurnar seg lidnar við sínar finalur, áðrenn menninir fara í gongd við sínar.
At alt ikki verður spælt í senn, gevur enn fleiri fjepparum og hondbóltsglaðum føroyingum møguleika at fylgja øllum finaludystunum í hondbólti, sum í minsta lagi verða fýra í tali, men eisini kunnu gerast fimm ella seks, um alt ikki er avgjørt eftir teir báðar fyrstu dystirnar hjá kvinnum og monnum.
Sunset-kappingin er tann fyrra, ið verður finaluavgreidd, og har hevur kappingarnevndin gjørt av, at fyrsta finalan verður spæld týsdagin 23. mars og onnur finalan hósdagin 25. mars. Verður neyðugt við einari triðju finalu, verður hon spæld leygardagin 27. mars.
Hjá kvinnunum hevur longu leingi verið greitt, at FM-finalurnar verða spældar millum Stjørnuna og Tjaldur, sum alt árið hava verið í einum flokki fyri seg.

Menninir aftaná
Ikki fyrr enn kvinnurnar eru væl og virðiliga lidnar við sínar finalur, standa menninir fyri tørni, so her verður næstan bókstaviliga gingið eftir prinsippinum um »damerne først«.
Kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur gjørt av, at fyrsta FM-finalan í Atlantic Airways-kappingini verður skírisdag, 1. apríl, og onnur finalan páskaaftan, 3. apríl. Verður her neyðugt við einari triðju finalu, verður hon spæld annan páskadag, 5. apríl.
Einasta, sum kann sigast við vissu hjá monnunum, er at Neistin verður annað liðið í FM-finalunum. Hini fimm liðini í Atlantic Airways-kappingini kappast hart um at vinna seg fram á næstfremsta plássið, ið tryggjar hin sessin, men við fýra umførum eftir, ber slett ikki til at siga, hvat av teimum fimm skal takast við Neistan, tí framvegis hava tey øll møguleika at koma í finalurnar.
Bæði í Sunset- og Atlantic Airways-kappingini sleppur liðið, sum er fremst, tá sjálv landskappingin endar, at velja, hvønn av teimum báðum fyrstu dystunum tað vil hava heimavøll. Og skal ein triði dystur til, er tað hetta liðið, sum tá fær heimavøll.

Alt á einum stað
Hetta er fyrsta árið, at flogbólturin hevur FM-finalur, sum eru eftir nøkulunda sama leisti sum tær hjá hondbóltinum. Eitt frávik er tó, at teir báðir fyrstu finaludystirnir verða spældir á einum og sama stað. Flogbóltssambandið hevur gjørt av, at finalurnar í Eik-ligunum hjá bæði kvinnum og monnum verða spældar í ítróttarhøllini á Eiði, har serliga Teraflex-gólvið verður lagt á, so umstøðurnar verða optimalar.
Hesar báðar fyrstu finalurnar verða spældar ávikavist leygardagin 20. og sunnudagin 21. mars. Verður neyðugt við einum triðja dysti, verður tað – sum í hondbóltinum – oddaliðið eftir lokna kapping, ið fær heimavøll.
Í Eik-liguni hjá kvinnum er SÍ og TB í finalunum, og har talar alt fyri, at SÍ verður ovast og fær heimavøll í einari møguligari triðju finalu. Í Eik-liguni hjá monnum er somuleiðis greitt, at finaluliðini verða Mjølnir og SÍ, men har verður ikki greitt fyrr enn leygardagin, tá júst tey bæði liðini møtast, hvat av teimum endar ovast og kann fáa heimavallarfyrimunin í møguligu triðju finaluni.