Finaluforsmakkur við fimm settum

Toppdysturin í hjá flogbóltsmonnunum kundi farið báðar vegir, men tá avtornaði var SÍ kaldari í fimta setti og streyk avstað við oddasessinum og heimavøllinum í møguligu triðju finaluni

Mjølnir-SÍ 2-3 (25-20, 21-25, 23-25, 25-12, 12-15):

SÍ vann sær oddasessin í seinasta dystinum í Eik-liguni hjá monnum, tá tað á útivølli eydnaðist at vinna á Mjølnir leygardagin. Mjølnir hevur annars verið á odda líka síðani oktober mánað, men í evstu løtu eydnaðist SÍ at yvirhála.
Dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík var bæði endurtøka av steypafinaluni og ein finaluforsmakkur hjá monnunum, tí leingi hevur verið greitt, at SÍ og Mjølnir skulu spæla FM-finalurnar. Í løtum livdu liðini eisini leygardagin upp til, at tey eru finalistar, men aðrar løtur var tað kanska heldur linligari.
Sørvingar løgdu væl út í fyrsta setti og vóru á odda 8-4, áðrenn Mjølnir raknaði við. Liðini fylgdust uppeftir til 15-15, men so fór Mjølnir framum 17-15 og megnaði at halda stand og vann fyrsta sett. Hinvegin var SÍ á odda fyri tað nógva í øðrum setti, sum SÍ eisini vann, so nú stóð 1-1 í settum.

Javnt fimta sett
Triðja sett gjørdist tað besta í dystinum, tí har vóru nógvar duellir og drúgvir bóltar. Mjølnir vann tær flestu av teimum og sá út til at skula taka settið. Men SÍ fylgdi væl við, so Mjølnir ongantíð slapp avstað. Støðan var 23-23, tá spælandi Mjølnir-venjarin, Boban Ilic, var óheppin at smasja í netið, so SÍ slapp framum, og so lá væl fyri hjá sørvingum at taka síðsta bóltin og settið.
Skelkurin var tó ikki størri enn so hjá Mjølnir, enn at liðið veruliga tók seg saman í fjórða setti og herjaði á. SÍ fekk ikki eitt bein til jørðina, men fekk ein veruligan avsmurning. Mestsum beinanvegin kom Mjølnir framum 13-3, og henda leiðslan var bara útbygd gjøgnum setti.
Sostatt stóð 2-2 í settum og eitt fimta og avgerandi sett skuldi spælast. Her gjørdi seg aftur galdandi, at liðið fylgdust øgiliga væl, umframt at tey eisini spældu væl og góvu áskoðarunum gott undirhald. Fyrstu løtuna var tað Mjølnir, sum fór eitt stig framum, áðrenn SÍ javnaði, og síðani var tað SÍ, ið fór hetta eina stigið framum og Mjølnir javnaði.
Flestu bóltarnir vóru bara sera, móttøka og smasj, men sum settinum leið, vórðu álopsspælararnir báðu megin netið varnrari og tordu ikki ordiliga at avgera. Men tá støðan var 12-12, fekk SÍ í evstu løtu spælt seg betur ígjøgnum og tikið settið og sigurin.
Tað merkir, at verður einki avgjørt, eftir at SÍ og Mjølnir hava spælt tær báðar fyrstu finalurnar leygardagin og sunnudagin, verður tað SÍ, sum í Sørvági fær heimavøll í triðju finaluni.