Spennandi sær tað út, nú seinnu hálvfinalurnar hjá monnum skulu leikast. Í báðum teimum fyrru dystunum var eittans mál á muni, so ilt er at taka dagar ímillum, hvørji lið vera at meta sum favorittar til finalusessirnar.
Dystirnir
Í kvøld kl. 19.00 verður dysturin millum Neistan og StÍF, sum liggja á ávíkavist øðrum og triðja plássi í landskappingini við sama stigatalið.
Liðini hava hitt hvørt annað tríggjar ferð í hesum kappingarárinum, og av hesum hava teir báðir seinastu dystirnir verið sera javnir, meðan StÍF vann fyrsta dystin í landskappingini sera sannførandi..
Stutt fyri jól endaði landskappingardystur teirra millum við javnleiki, og fyri tveimum vikum síðani varð dysturin avgjørdur við einum beinleiðis tríggja metra kasti frá John Petersen.
Hóskvøldið kl. 20.00 verður so seinasta hálvfinalan leikt, og eru mótstøðuliðini í hesari teir báðir risarnir, Kyndil og VÍF.
Higartil hevur ikki skorist serliga væl hjá Kyndli í landskappingini. Ov nógvir dystir eru taptir, men fyri flestu av tapunum er galdandi, at hesi hava verið við minst møguligum muni. Eitt nú hava teir tríggjar ferð leikt móti vestmenningum í landskappingini, og eru tveir av hesum dystum taptir við ávíkavist einum og tveimum málum, meðan triði dysturin endaði við javnleiki, eftir at Kyndil hevði havt greiða leiðslu fyrr í dystinum.
Í steypakappingini gekst tó betur, og fyrru hálvfinaluna í Vestmanna megnaðu kyndilsmenninir at vinna við einum máli. Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at tryggja teimum finalusessin. Kyndilsliðið er eisini skert nakað, tí toppskjútti teirra, Bjarni Wardum, hevur leikbann, orsakað av reyða kortinum, sum hann fekk í seinasta dystinum.
Lítið er tó at ivast i, at hetta verður ein rokmikil dystur, tí hvørgin parturin vil lúta, og serliga fyri kyndilsliðið má sigast, at finalusessurin er av alstórum týdningi, nú tað longu er líkt til, at teir hava útspælt sín leiklut í landskappingini.