Finalurnar verða í dag

Fyrri dagurin í Summarcup gekk væl, siga fyriskipararnir.

Í gjár var fyrsti dagurin av Intersport Summar Cup 2018 á skránni á vøllinum í Hoyvík, Gundadali og á Argjum.

 

- Kappingin gekk sum heild væl, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari. Hann leggur tó aftrat, at har eru nøkur ávís ting, ið mugu betrast munandi. Her verður serliga hugsa um, at avgreiðslan av dystinum hjá teimum yngstu er ein afturvendandi avbjóðing. Andrass Thomsen roknar tó við, at hetta verður loyst betur komandi ár.

 

Á niðara vølli, har U7, U8 og U9 leiktu, vóru tað avgreiddir umleið 150 dystir yvir góðar seks tímar

 

Vinnararnir í U7, U8 og U9 vórðu funnir í gjár og í dag verður hildið fram við kappingum hjá U11, U13 og U15.

 

Tiltakið endar við finalum á Tórsvølli frá kl. 15:00. Hesar verða eisini vístar beinleiðis umvegis Facebook hjá Intersport Summar Cup.