Fingið eyka skattafrádrátt í 6 ár

Donsku webmiðlarnir vita í dag at siga, at nýggi løgmálaráðharrin úr Javnaðarflokkinum, Morten Bødskov, síðani hann í 2005 giftist við Anna Elisabeth Bødskov, hevur fingið eyka skattafrádrátt umvegis arbeiðið hjá konuni í ST.

Tað gav ráðharranum ein fíggjarligan vinning í 2011 á 15.547 krónur.

- Kona mín starvast í ST her í Keypmannahavn undir teimum serligu treytum, ið eru galdandi fyri ST starvsfólk. Hon er tí umfatað av serliga lønarpolitikkinum hjá stovninum. Sjálvt um hon býr her og starvast í Keypmannahavn skal lønin ikki uppgevast í Danmark til skattingar, sigur Morten Bødskov við Politiken.

- Sum øll onnur donsk starvsfólk hjá ST hevur hon ein frádrátt, og tá fólk ikki nýta hann, verður hann fluttur til hjúnarfelagan. Tað, eg fái frá henni, er grundupphæddin av persónsfrádráttinum, tað er tað einasta, hetta snýr seg um, sigur Morten Bødskov.

Politiski talsmaðurin hjá Vinstra, Ellen Trane Nørby, sigur, at talan er um eitt persónligt mál, og tí vil hon ikki gera viðmerkingar, men partamaðurin hjá Nørby, Martin Geertsen sigur:

- Hann hevur ongan juridiskan trupulleika, men heldur ein politiskan og moralskan við tað, at hann við aðrari hondini skattar vanliga danan harðari við fíggjarlógini, meðan hann við hinari ger sær dælt av holunum í skattalógini. Øll kunnu gjalda meira í skatti, um tey halda tey hava eina avbjóðing.

Sum skattaráðharri setti Troels Lund Poulsen ein grunn til sjálvboðið gjald av eyka skatti. Bødskov ætlar ikki at gjalda í tann grunnin, skrivar Politiken.