Brann Bergen vann í gjár 3-1 á útivølli móti Bodø/Glimt. Gilli Rólantsson Sørensen byrjaði inni á høgra vongi og spældi 72 minuttir. Sjálvur fegnast føroyski landsliðsspælarin um, at hann aftur hevur fingið hug at spæla fótbólt.
Síggj samandrátt frá dystinum við at trýsta HER
- Eg má erligt siga, at eg eri blivin ordiliga glaður fyri at spæla fótbólt aftur. Eg gleði meg at koma til venjing. Tað havi eg ikki gjørt leingi. Eg føli at tað byrjar at ganga rætta vegin aftur, so tað er bara deiligt, sigur Gilli R. Sørensen.
Tvøramaðurin fegnast um sigurin, sum merkir at Brann Bergen framvegis er áøðrum plássi.
- Bøde/Glimt bleiv 100 ár í gjár, so tað bleiv sjálvandi ein torførur dystur fyri okkum, men hetta var ein dystur vit skuldu vinna, tí tað er so tætt í toppinum, sigur Gilli R. Sørensen.
Rosenborg er langt á odda, meðan tað bara er málúrtøkan á muni millum Brann og Odd á øðrum og triðja plássi. Sjálvur heldur vongurin at tað gekk væl.
- Tað gekk fínt nokk. Eg skal venja meg við spælistílin. Tað er umstilling móti umstilling, so tað er nógv renning báðar vegir, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.
Komandi dystur hjá Brann er á heimavølli móti Tromsø.
1
24
38
59
2
24
12
41
3
24
8
41
4
24
5
40
5
24
5
38
6
24
-2
36
7
24
-3
36
8
24
3
35
9
24
0
31
10
24
0
30
11
24
-5
30
12
24
-5
27
13
24
-11
26
14
24
-6
24
15
24
-7
23
16
24
-32
9
(Livescore.com)