Fingrarnar vekk frá smábørnum

Tá James Olsen var 10 ára gamal, varð hann lokkaður av einum manni, sum misnýtti hann kynsliga. Nú stendur hann fram fyri at ávara foreldur og børn ímóti pedofilum og fyri at heita á tey pedofilu um at søkja sær professionella hjálp

– Tað er ongin umbering, at tú sjálvur vart misnýttur sum barn. Tú hevur eina forbannaða skyldu til at skilja, at tað er skeivt at hava sex við børnum. Tí hevur tú ábyrgdina fyri at steðga tær sjálvum og at søkja tær professionella hjálp.

Hvøssu orðini eigur James Olsen, tónleikari og útvarpsvertur, sum er fullkomiliga eirindaleysur, tá tað snýr seg um vaksin, sum misbrúka børn kynsliga. Men James hevur eisini orsøk til at vera beiskur. Tí stóran part av lívinum hevur hann borið ein loynidóm og skammað seg um eina hending, honum var fyri sum barn. Men nú allar Føroyar hava vitað tað í nakrar vikur, hevur hann valt at standa alment fram við einum greiðum boðskapi.


Hol kom á

Tað eru ongi mørk fyri, hvørji evni koma undir luppin, tá teir báðir útvarpsvertirnir James Olsen og Eyðfinn Drewsen seta seg við mikrofonina til enn eina morgunsending á Rás 2. Oftast er innihaldið lættligt smátos og láturkrampar. Aðrar dagar grópa teir álvarsamari evni fram. Millum annað var kynslig misnýtsla av børnum til umrøðu herfyri, og vóru umboð fyri kristiliga felagsskapin KRIS og fótbóltsfelagið B36 gestir í studio – tvey feløg, sum hava gjørt vart við seg í stríðnum ímóti kynsligari misnýtslu av børnum. Beint áðrenn sendingin feytaði út hendan hósmorgunin, kunngjørdi James, at hann sjálvur varð neyðtikin sum smádrongur. Tíðin steðgaði, og óhugnaliga útsøgnin varð hangandi í luftini uttan nakra frágreiðing. Sendingin endaði, og lurtarin stóð spyrjandi eftir, tí hvat var hatta, sum James segði?

Hóast hendingin hevur verið ein duldur partur av fortíðini hjá tí annars so kenda James Olsen, so hevur hann onki ímóti at fortelja um hana. Tí, sum hann sigur: Um tað kann fyribyrgja, at onnur børn koma at dragast við loynidómar og skuldarkenslu, so er málið rokkið.


Lokkaður av manni

Tá James var 10 ára gamal, varð hann lokkaður av einum eldri havnarmanni, sum nú er deyður. Maðurin lovaði honum 100 krónur fyri at koma heim við sær. James hevði tá ongantíð hoyrt um barnalokkarar og var fullkomiliga óvitandi um kynslív og tað, sum privat er. Og nógvu pengarnir vóru sjálvandi freistandi. So lítli James fór heim við manninum.

James hevur sín egna máta at siga tingini uppá. Men hóast hann er kendur fyri at síggja tað stuttliga í øllum, er hetta onki stuttligt at tosa um – bara neyðugt, sum hann sigur.

- Tann dagin fann eg útav, at eg í øllum førum ikki eri bøssi, tí haltkjaft, sum eg fekk ilt! Eg var slett ikki kynsliga tilvitaður, so eg skilti yvirhøvur ikki, hví eg skuldi nerta við murtin hjá manninum, sigur hann, meðan hann minnist aftur á lagnudagin, tá hendingin fór fram.

- Eg visti nokk innast inni, at hetta var ikki rætt. Men ikki fyrr enn maðurin royndi at neyðtaka meg, fann eg útav, at hetta var heilt galið, sigur hann. Og James, sum er kendur fyri at siga tingini beint fram, leggur afturat:

- Tað er virkuliga vemmiligt at fáa ein pissiling í reyvina, tá man bara er eitt lítið barn. Eg skríggjaði og gjørdi mótstøðu, til eg slapp undan manninum. Tá eg lovaði honum at koma aftur við einum vinmanni dagin eftir, slapp eg út aftur úr húsinum.

Hóast hetta bleiv fyrsta og tíbetur eisini síðsta upplivingin av slíkum slag, sum James upplivdi, so forðaði skommin honum í at fortelja øðrum um hendingina.

- Eg vildi ikki vera fyri skommum. Í dag eru vit so upplýst, og tí veit eg eisini, at eitthvørt offur hevur skuldarkenslu. Men eg havi kortini drigist við hesa kensluna líka síðan, staðfestir James.


Forskrúvað samfelag

Tað eru fleiri orsøkir til, at James hevur valt at koma fram við søguni um kynsligu misnýtsluna. Millum annað fyri at minna okkum á, hvussu týðandi tað er at upplýsa børn um barnalokkarar, og fyri at heita á fólk, sum hava hug á børnum, um at søkja sær professionella hjálp.

- Í dag vita allir føroyingar, at vit eiga at gera alt fyri at fyribyrgja kynsligari misnýtslu av børnum og at tryggja teimum eitt gott og trygt lív, sigur James, sum sjálvandi fegnast um drúgva orðaskiftið um pedofili, sum hevur verið í miðlunum síðstu tíðina.

- Vit noyðast at koma hesum tabuinum til lívs. Pedofilar skulu ikki kenna seg tryggjar, bara tí teir kanska sjálvir hava verið misnýttir sum børn, ella tí vit bara eru eitt lítið forskrúvað samfelag. Tí teir pedofilu vita eisini fullvæl, at tað er ikki rætt at hava sex við børnum, at teir hava ábyrgdina, tá ið tað hendir, og at tað hevur óbótaligar avleiðingar fyri børnini, sigur James. Hann vísir á, at teir, (oftast er talan um mannfólk), sum hava hendan tørvin vita, at tað er moralskt skeivt. Tí skulu teir eisini viðganga, at teir eru sjúkir, og hava tørv á hjálp.

- Seek help man, sum James sigur.


Hatta er privat

Liggur tað til James, skulu vit ávara børnini um pedofilar longu í barnagarðsaldrinum.

- Tað er meðan børnini eru smá, at hesir fanarnir pilka við tey. Tí skulu tey vita, at tað er skeivt, og at tey skulu siga onkrum vaksnum frá, um tey uppliva sovorit, sigur hann.

James hevur sjálvur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu vit kunnu upplýsa børnunum. Meðan hann teknar eitt pinnafólk á eitt pappír, forklárar hann:

- Sex og porno er allastaðni. Vit síggja tað á internetinum, á fartelefonini, í kjattum og bløðum, í sjónvarpi og so framvegis. Tí noyðast vit eisini at seta orð á, og at upplýsa børnini um, hvar markið gongur, sigur James, og teknar ein ring rundanum undirkroppin á pinnamanninum, meðan hann avgjørdur peikar inní við penninum:

- Vit kunnu tekna eitt fólk fyri barninum og stutt og greitt forklára, at her sum ringurin er, hevur ongin fremmandur loyvi til at nerta við teg, sigur hann.


Tónleikurin er bjargingin

Spurdur, hvussu hendingin hevur ávirkað hann, svarar James, at saman við uppvøkstrinum í einum kærleiksleysum heimi, hevur hetta verið við til at rúgva nógvar aggressiónir upp innan í honum.

- Men eg havi dugað at fáa kenslurnar út á ein positivan hátt gjøgnum tónleikin. Onkuntíð havi eg undrast á, at eg ikki eri vorðin antin harðskapsmaður ella óttast at eg fór at vera pedofilur, tí man hoyrir ofta, at sovorðnar upplivingar ganga aftur, sigur James. Hann fór enntá so langt sum at søkja starv í einum barnagarði fyri at kanna, um hann á nakran hátt kundi funnið upp á at nortið eitt barn. Men tíbetur var hesin óttin ógrundaður.

- Tað virkar kanska sum um at eg altíð eri glaður og eydnuríkur, tí eg skemti nógv og royni at taka lætt upp á tingini. Men fólk skulu heldur ikki misskilja, at vit øll spæla ymiskar leiklutir í lívinum. Mín leiklutur "on the road" er at vera positivur og humoristiskur, sigur hann, og leggur afturat, at privat er hann ein róligur og rættiliga magiligur maður, sum hevur havt sínar upp- og niðurtúrar í lívinum.

- Uppvøksturin, harðskapurin og kynsliga misnýtslan hevur gjørt, at eg til tíðir havi gingið við sjálvmorðstankum. Eg kundi eisini endað sum alkaholikari ella úti hjá Árna. Men eg eri altíð sloppin av við aggressiónirnar gjøgnum tónleikin, sum avgjørt hevur verið mín bjarging, sigur James, sum hevur lært seg at góðtaka lagnuna, sum hon lagaði seg hjá honum.

- Hetta er ein partur av mínum lívi – eitt súrt epli, sum eg einaferð beit í. Tað má eg bara góðtaka og brúka til nakað positivt, sigur James at enda.