Fingu 2% um árið

Sáttmáli er nú gjørdur við maskinmeistarar við farmaskipum

Mikudagin gjørdi Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelag nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar við farmaskipum.

Talan er um ein tvey ára sáttmála.

Hann gevur maskinmeistarunum eina lønarhækking uppá 2% um árið hesi bæði árini.

Men tað skal alt til eftirløn.

Harafturat eru onkrar broytingar eru gjørdar, men tær eru at kalla ókeypis, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.