Fingu bronsuna hóast alt

Hondbóltur, kvinnur: Kyndil tryggjaði sær bronsumerkini, tá tær uttan stórvegis hóvasták vunnu tryggan sigur á VB, sum sostatt endaði árið uttan at fáa hevnd fyri taptu steypafinaluna

Kyndil-VB 31-26 (13-9)


Tað var við eini vón um at hevna ósigurin í steypafinaluni, at vágsgenturnar sunnudagin komu til Havnar. Samstundis var talan um seinasta landskappingardystin fyri teirra viðkomandi hetta árið, og tí vildu tær eisini prógva, at hóast úrtøkan ikki hevur nakað serlig hetta árið, so megnaði liðið at spæla góðan hondbólt.

Kyndil hevði tó eisini sítt at spæla fyri. Hóast vónin um fyrst gull- og síðani silvurkrónur var fokin, so høvdu tær við einum sigri møguleikan at tryggja sær bronsumerkini.

Tað tykist kanska ikki av so nógvum, tá talan er um tvífaldar føroyameistarar, men kortini betur enn einki, og harumframt var hetta eisini seinasti dysturin hjá Kyndli á hesum sinni.


Lagið gott hesuferð

Tað gjørdist eisini rættuliga skjótt greitt, at kyndilskvinnurar um ikki annað vildu enda árið á sømiligan hátt. Beinanvegin vunnu tær seg fram um VB-liðið, og hóast munurin onkuntíð tødnaði, so øktist hann fyri tað mesta, og rættuliga í vanda kom sigurin ongantíð.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin heilt uppi á tíggju málum, men seinastu løtuna fekk VB kortini minkað um munin, soleiðis at tað at enda vóru fimm mál, sum skiltu partarnar.

Serliga var tað Lotte, sum hevði stillað sær kanónina rætt inn henda dagin. Ikki tí, skot hennara eru ikki av teimum allar harðastu, men aloftast hava tey kós móti handara málhornið, og har kann vera nakað torført hjá málverjunum at røkka.

Lotte var tó á ongan hátt einsamøll á vøllinum, og yvirhøvur sýndu kyndilskvinnurnar við avrikinum sunnudagin, at tær hóast alt eiga at verða roknaðar millum bestu kvinnulið í landinum. Hóast útskiftingin á liðnum í ár hevur verið nakað stór, so er dygdin á leikarunum uttan iva nóg góð, men hinvegin hevur spælihugurin verið nakað skiftandi.

Serliga eftir at tær fyri á leið eina mánaði síðani taptu fyri Stjørnuni, og harvið mistu møguleikanum fyri gullmerkjunum, hevur tað verið sjónligt, at leikararnir ikki hava lagt so nógv í avrikini. Sunnudagin fingu tær sett eitt virðiligt punktum fyri árinum, sum hóast alt hevur givið teimum fyrsta steypasigurin nakrantíð, so heilt galið hevur árið koritni ikki verið.


Onga hevnd

VB fekk sostatt ikki hevnd fyri tapið í steypafinaluni, og yvirhøvur má sigast, at tær als ikki høvdu nakran serliga góðan dag sunnudagin.

Yvirhøvur hevur úrtøkan hjá liðnum verið heldur soltin hetta árið, sæð í mun til tær dygdir, sum liðið hevur, men í øllum førum tykist greitt, at hondbólturin har suðuri er á veg fram.

Í fleiri dystum hava tær verið sera nær við at koppa ovaru støddu liðunum, men bert ta einu ferðina hevur hetta eydnast teimum. Uttan iva hava tær ætlanir um fleiri sigrar av hesum slag komandi ár, og megna tær at halda fast um fólkið, samstundis sum meira verður sett við, er einki at ivast í, at møguleikarnir fyri eini betri endastøðu eru til staðar komandi ár.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Lotte Sørensen 11 (2), Jórun Ludvig 7, Rakul Joensen 4, Brynhild Klein 4, Anya Midjord 2, Palma Petersen 2

VB: Regina Rádó 8 (4), Gurið Mortensen 6, Arnelyð Krosslá 5, Sólrun Krosslá 5, Rannva Augustinussen 1, Christina Holm 1

Brotskøst:

Kyndil 2, VB 4

Útvísingar:

Kyndil 1, VB 1

Dómarar úr Neistanum/H71:

Kristian Petersen og Kristian Martin Skála