Fingu frí mánadagin

Ikki fyrr enn týsdagin savnaðust føroysku landsliðsleikararnir undan dystinum móti Malta

Flestum kunnugt, so verður fótbóltslandsdystur móti Malta á skránni mikudagin.
Hetta er so eisini nakað, sum leikararnir á landsliðnum fyrireika seg til, men í mun til so nógvar aðrar slíkar dystir, so hava leikararnir hesaferð fingið ein eyka frídag. Henrik Larsen hevur nevnliga givið sínum monnum frí mánadagin, og ikki fyrr enn týsdagin savnast liðið á Hotel Føroyum.
Væntandi fer tað eisini at verða so, venjingin hjá liðnum týsdagin verður í Havn, og ikki á Svangaskarði, og ikki fyrr enn á sjálvum dystardegnum verður farið til Runavíkar, har liðið fer at fyrireika seg í hølunum hjá tryggingini.
Einasta avboðið, sum landsliðsvenjararnir hava fingið undan dystinum, er frá Jákupi Mikkelsen, og í hansara stað vórðu boð fríggjadagin send eftir Bárði Johannesen úr HB.
Maltesiska liðið kom til Føroya sunnudagin, og eftir ætlan skuldu teir venja tvær ferðir mánadagin. Týskvøldið ætlaðu teir sær at venja á Svangaskarði.