Tað er væl bíligari hjá Bústøðum at byggja íbúðir í Danmark og síðani at flyta tær til Føroya, heldur enn at byggja alt í Føroyum, við føroyskum handverkarum.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum.
Tað vakti ans tá ið tað kom fram, at Bústaðir ætlar at innflyta lidnar íbúðir í Danmark at seta upp í Føroyum. Tað hevur fingið Jørgen Niclasen, løgtingsmann, at spyrja hana, um meiningin er at vit nú skulu byggja land við »donskum byggikubbum«, sum hann málbar seg, uttan at lata føroyskar handverkarar sleppa framat.
Kristina Háfoss sogur, at tað eru fleiri fyrimunir við at gera byggisett innandura, við tólmennum og framkomnari tøkni, áðrenn tey verða sett upp á grundstykkið.
Hon sigur, at tað er bíligari og íbúðirnar eru góðar. Tær eru skjótar at seta upp og arbeiðið verður sostatt ikki so illa rógvað av veðrinum, sum kann vera ringt her hjá okkum.
– Í løtuni er nógv virksemið í Føroyum, samstundis sum tørvurin og eftirspurningurin eftir leigubústøðum er størri enn nakrantíð, staðfestir landsstýriskvinnan.
Á grundøkinum við Mattalág í Havn hava Bústaðir roynt at byggja í fleiri ár, við ymiskum føroyskum ráðgevarum og arbeiðstakarum, men tað hevur ikki eydnast at byggja nóg góðar íbúðir nóg bíligt og nóg skjótt.
Tí hava Bústaðir ístaðin fingið eina danska fyritøku at gera íbúðirnar sum byggisett og úrslitið av tí er at vit fáa fleiri bústaðir bygdar skjótt og bíligt.
Talan er um byggisett, sum eru roynd ymsastaðni í Evropa, eisini í Hetlandi, í Grønlandi og í Íslandi. Sami veitari hevur eisini gjørt vardu íbúðirnar á Heygavegnum í Klaksvík.
Tær íbúðirnar kosta einar 10.000 krónur fermeturin, og tá ið alt var liðugt, kostaðu tær 17.000 krónur fermeturin.
– Byggingin eydnaðist væl og íbúðirnar eru vælumtóktar. Einasti trupulleikin hevur verið, at vindplátur skulu skiftast út, tí tær vóru ikki í lagi, men hetta er ókeypis fyri leigaran.
– Hesin sami veitari fyrireikar íbúðirnar við Mattalág saman við Bústøðum, so at tær verða gjørdar sum Bústaðir vilja hava tær.
Kristina Háfoss sigur, at tá ið hús ella íbúðir verða bygdar, fer helvtin av kostnaðinum til tilfarið og hin helvtin fer so til grundøki, byggibúning, arbeiðsløn, og annað.
Royndirnar, Bústaðir hava úr Klaksvík, vísa, at tá ið byggisett verða flutt inn, fara eini 60 prosent av kostnaðinum av landinum, og 40 prosent liggja eftir í Føroyum til flutning, grundøki, byggibúning, arbeiðsløn og uppseting.