Á eyka býráðsfundi í Vága kommunu hin 10. juni var bert eitt mál á skrá, nevniliga góðkenning av roknskapinum fyri 2024.
Roknskapurin varð einmælt samtyktur.
- Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar í 2024 vóru væl hægri enn væntað í upprunaligu fíggjarætlanini fyri 2024. Skattainntøkan fyri 2024, eftir frádrátt av rentustuðli, var 135,3 milliónir, sum er 14,7 milliónir hægri enn í 2023.
Tað siga tey í Vága kommunu í dag.
- Í fíggjarætlanini fyri 2024 varð roknað við einari nettoskattainntøku á 119,9 milliónir. Sostatt gjørdust samlaðu inntøkurnar 15,4 milliónir hægri enn væntað, hóast skattaprosentið var lægri í 2024 enn í 2023.
Víst verður á, at rakstrarútreiðslurnar hjá Vága kommunu fyri 2024 vóru tilsamans 111,7 milliónir, sum er ein vøkstur á 9,6 milliónir samanborið við 2023.
- Í fíggjarætlanini vórðu rakstrarútreiðslurnar mettar at verða á 109,6 milliónir. Vøksturin stavar frá lønarhækkingum, men eisini frá útreiðslum til KT-trygd, og skipanir eiga ein stóran part av vøkstrinum.
Sagt verður, at rakstraravlopið fyri íløgur í 2024 var 23,6 milliónir samanborið við 18,7 milliónir í 2023. Í upprunaligu ætlanini var roknað við einum rakstraravlopi á 10,3 milliónir, og tískil var avlopið 13,3 milliónir betri enn mett.
Nettoíløgurnar í Vága kommunu í 2024 vóru 31,4 milliónir, og á fíggjarætlanin saman við eykajáttanum varð roknað við 37,1 milliónir.
- Hetta merkir, siga tey í kommununi, at íløgurnar gjørdust 5,7 milliónir lægri enn ætlað.
Størsti parturin av teimum íløgunum, sum ikki vórðu brúktar í 2024, verða fluttar til 2025.
- Samanumtikið vísir roknskapurin eitt hall á 7,8 milliónir fyri 2024 samanborið við eitt hall á 23,2 milliónir árið fyri.
At enda siga tey í Vága kommunu, at nettoskuldin hjá kommununi við ársenda 2024 var 64,6 milliónir, sum svarar til 0,46 prosent av einari álíkning.
- Fíggjarmálaráðið leggur til grund skattaprosent á 23, men skattaprosentið hjá Vága kommunu í 2024 var 21,5 prosent.
Ársroknskapurin hjá Vága kommunu kann síggjast um heimasíðuna - www.vaga.fo