Fingu næstan 100 fráboðanir um skaða

Næstan alt er smærri skaðar, men onkur undantøk vóru

Løgreglan fekk næstan 100 fráboðanir um skaða í storminum, sum byrjaði fríggjakvøldið, og sum vardi við í allan gjár, nakað út á seinnapartin.

Løgreglan sigur, at tær flestu fráboðanirnar vóru tíðliga leygarnáttina til klokkan trý, men um átta tíðina í gjáramorgunin fóru fólk aftur at ringja um skaðar og tað helt á nakað út á dagin.

Men tað er ymiskt, hvussu stormurin rakti á. Í Suðuroy vóru nakrir skaðar fráboðaðir, men bara í Hvalba og á Tvøroyri. Í Sandoy vóru nakrir fáir skaðar, men í Havnini, og rundan um Havnina, vóru fleiri skaðar. Í Kollafirði var ein skaði og í Hvalvík var eisini ein.

Ymsastaðni í Eysturoynni, tí har hendu fleiri skaðar í báðum bygdunum í Gøtu, Runavík, Leirvík, og har um vegir, og í Klaksvík stóð eisini nógv á, so har vóru eisini fleiri skaðar.

Løgreglan sigur, at sum heild er talan um smáskaðar, har vindskeiðir og húsaklædningur er loysnað, ella vóru við at loysna. Nógvar fráboðanir eru eisini um rútar, sum eru brotnðair og garasjuhurðar, og aðrar hurðar, sum hava fingið skaða.

Men í Elduvík fingu tvey hús stóran skaða. Í tí eina húsinum varð eitt vindeyga sogið úr og í hinum húsunum var ein heil síða sogin úr.

Í Funningsfirði fór ein bingja, sum varð brúkt til landbúnaðarendamál. Tá ið ein alari hjá Bakkafrost kom framvið, var hon koppað og tá ið hann kom fram við aftur eina løtu seinni, var hon horvin. Hann sá farvegin eftir henni oman í mølina, so hon er farin á sjógv. Tey stúrdu var fyri, at hon skuldi raka á aliringarnar, so tey hildu vakt, men hon sást ikki aftur, so helst er hon farin til botns.

Hinvegin eru fáir skaðar av lutum, sum lógu leysir, og løgreglan heldur, at fólk eru raskari at rudda rundan um húsini. Samstundis gera byggifyritøkur sær stóran ómak at tryggja byggitilfar, so at tað ikki skal fara í vindinum.

Sløkkiliðið í Havn hjálpti til at festa onkra trampolin, men annars er hetta fyrsta óveður í nógv ár, har tey ikki hava fingið nakrað fráboðan um trampolinur sum hava verið til vanda, ella sum hava elvt til skaða.