Fingu smásnuddir í ferðsluóhappi í Gøtudali

Tveir bilar stoyttu fyri løtu síðani saman í Gøtudali.

Óhappið hendi, tá ein bilur snaraði út á høvuðsvegin við norðraru útkoyring frá Norðragøtu, og hin bilurin kom koyrandi eftir landsvegnum niðan gjøgnum Gøtudal.

Stoyturin varð harður, og tað sá ógvusligt út. Sjúkrabilar og sløkkilið komu á staðið við útgerð at skera fólk úr bilum. Men sum skilst var bara talan um, at onkur av fólkunum fingu smásnuddir.

Fýra fólk vóru í øðurm bilinum, og tvey fólk vóru í hinum.

Onkur teirra fór á sjúkrahúsið til kanningar.